TíðindirTreysti við sterkum úrslitum bæði heima og uttanlands

Treysti við sterkum úrslitum bæði heima og uttanlands

Seinasta vikuskifti, leygardagin 17. januar 2026, hava fleiri rennarar úr Treysti verið til kapping bæði í Føroyum og uttanlands og úrslitini hava verið sera góð.

Vetrarkapping í Kollafirði
Julian Gregersen, Heini Gregersen and Erik Løksagarð Absalonsen runnu vetrarkapping í Kollafirði VK4 og tað gekst væl. Teinurin var knappar 10 km. Julian vann opna bólkin hjá monnum við tíðini 33:37, Heini bleiv nummar 3 fyri superveteranar við tíðini 40:44 og Erik Løksagarð Absalonsen bleiv nummar 16 fyri menn opin bólkur eisini við tíðini 40:44.

Treysti hevur eisini sterkar rennarar, sum í løtuni eru í lestrarørindum uttanlands.
Seinastu viku sóu vit Oddvør seta tvey føroysk met, og leygardagin 17. januar vóru eisini fleiri Treysti rennarir í eldinum.

Maria rennur framúr 800 m í Skive
Maria, sum annars mest hevur fokusera uppá 400 m og 400 m rimarenning, rann ein sera flottan 800 m innandura í Skive.
Hon kom á mál við tíðini 2:15.18 ein framúrskarandi tíð. Bert Rebekka Fuglø Poulsen hevur runnið skjótari av føroyskum kvinnum.
Ómetaliga flott av Mariu! 👏

5000m á Bislett stadion í Oslo
17. januar var 5000 m innandura kapping á Bislett stadion í Oslo. Fleiri føroyingar og hondbóltsfjepparir , tilsamans 6,  nýttu høvið at luttaka.

Rutt Gregersen og Pætur Hentze úr Treysti, Neli Heldarskarð, Rúni Seloy og Jan Mohr úr Bragdið. Pætur ætlaði renna undir 20 minuttir og kom á mál við tíðini 19:22.

Rutt rann eina ótrúliga góða kapping og kom á mál við tíðini 17:50. Hon betraði sítt persónliga met við heili 32 sekundum og setti samstundis nýggja klubrekord fyri Treysti.

Eitt stórt tillukku til Rutt við frálíka úrslitinum! 🎉

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here

Úrslit á Webscorer

Stuðlar

Silvarenningin

Norðoya Sparikassi hálvmaraton

Aðrir stuðlar














Føroya Bjór renningin

Annað




Fleiri tíðindir