Oddvør Josephsen fekk eina góða byrjan uppá árið, tá hon um vikuskiftið í innandura kappingini Randers Indoor setti tvey Føroysk met.
Fyrst rann hon 60 metrar á 7.83 sekund, sum er nýtt Føroyskt met og seinni sama dag betraði hon eisini Føroyska metið á 200 metrum, tá hon rann teinin á 25.92 sekund.
Oddvør átti sjálv gomlu metini á báðum teinum, sum hon setti í 2024.

























[…] hevur eisini sterkar rennarar, sum í løtuni eru í lestrarørindum uttanlands. Seinastu viku sóu vit Oddvør seta tvey føroysk met, og leygardagin 17. januar vóru eisini fleiri Treysti rennarir í […]