NS hálvmaraton

Fyrsta leygardag í mai, skipar Treysti fyri Norðoya Sparikassi hálvmaraton – Føroya Skjótasta Hálvmaraton. Hetta er samstundis FM í hálvmaraton. Byrjað og endað verður uttanfyri Norðoya Sparikassa og runnið verður fýra umfør á knappar 5,3 km runt í býnum. Kappingin er partur av serligu avbjóðingini “MBM 6 hálvmarathon”. Talan er um DAF-góðkendan hálvmaraton tein. Góðkenningin sæst niðanfyri.

DAF_Góðkenning_NS_halvmaraton_02.05.2026

Rutan:
Startur og mál er uttan fyri Norðoya Sparikassa. Rutan er tann sama, sum seinastu árini, har runnið verður 4 ferðir á einum rundteini á 5,3 km eftir høvuðsvegunum í Klaksvík. Sí kort. Rutan sæst eisini á strava her. Tað er ein vatnpostur á rutuni, ið er uttanfyri Norðoya sparikassa.