Úrval

Úrvalsbólkurin er fyri íðkara sum er framsøkin og ambitiøsur. Ein íðkari í úrvalsbólkinum kann blíva úttikin til DMU, DM, venjingarlegur uttanlanda o.a.

Íðkarar verða úttiknir eftir hesum leisti:

  1. Er ein partur av felagsskapinum í felagnum
  2. Møta til hvørja venjing og fylgja tí ætlan, sum verður løgd. Forfall til venjingar og kappingar skal fráboðast.
  3. Fyri tey sum íðka aðra ítróttargrein: Venjingarmongd verður løgd til rættis í samráð við venjararnar.
  4. Vísa góðan hugburð og ítróttaranda til venjing, kappingar og í gerandisdegnum, og virka sum fyrimynd fyri yngru íðkarnar.

At blíva ein partur av úrvalsbólkinum hevur ikki nakað at gera við settu krøv hjá FÍF. Felagið ger av hvørjir íðkarir eru partur av úrvalsbólkinum.

Íðkarar í úrvalsbólkinum íðka fyrst og fremst frælsan ítrótt. Kravt er, at møtt verður til øll fyriskipað tiltøk fyri bólkarnar, og kravt verður, at møtt verður til viðkomandi kappingar. Forfall skal fráboðast.

Íðkari skal eisini hava verið aktivur eitt tíðarskeið, so hann er kendur í umhvørvinum.