Føroyabjór renning

Føroyabjór renningin er ein fastur táttur á norðoyastevnu, og Treysti hevur skipa fyri renningini 29. fer. Renningin er leygardag, og er fyri bæði børn og vaksin. Renningin er kend fyri hugnaliga stemningin, góðu rennirutuna og stóra áhugan frá áskoðarum kring býin.

Tey vaksnu renna 5 km, ímeðan børnini renna umleið 400 m. Hetta er eitt perfekt høvi at royna seg á 5 km teininum um tú ert ein royndur rennari ella bara hevur hug at vera við í norðoyastevnu hýrinum.

5 km teinurin er serligur, tí hetta er einasta góðkenda og uppmálaða 5 km rutan í Føroyum. Tí er eisini møguleiki hjá rennarum at seta met, ella kvalifisera seg Oyggjaleikir.

Góðkenningin er viðheft niðanfyri.

Norðoyastevnurenning 30.05.2026 – 5 km Hedin – godkendt