KappingarNS Hálvmaraton – 1. mai 2027

NS Hálvmaraton – 1. mai 2027

Leygardagin 1. mai 2027 kl. 11:00 skipar Treysti fyri Norðoya Sparikassi hálvmaraton – Føroya Skjótasta Hálvmaraton. Hetta verður samstundis FM í hálvmaraton. Byrjað og endað verður uttanfyri Norðoya Sparikassa og runnið verður fýra umfør á knappar 5,3 km runt í býnum. Talan er um DAF-góðkendan hálvmaraton tein.

Kappingin er partur av serligu avbjóðingini “MBM 6 hálvmarathon í 2027”

Tilmelding
Melda til á fif.fo (síðsta freist er kl. 22.00 fríggjadagin 30 apríl 2027).
Gevið gætur: Ongin tilmelding til hálvmaraton á staðnum.
Fyri at luttaka í hálvmaraton skal ein vera fødd/føddur í 2010 ella fyrr. Fyri at luttaka í FM er tað ein treyt, at mann er limur í einum felag undir FÍF.

Kostnaður
Í ár loysir seg at melda til í góðari tíð, tí tilmeldingargjaldið hækkar, jú longur tú bíðar!

  • ​200 kr. við tilmelding áðrenn 1. januar 2027
  • 300 kr. við tilmelding áðrenn 1. apríl 2027
  • 400 kr. við tilmelding eftir 1. april 2027

Tíð og stað
Startur uttanfyri Norðoya Sparikassa kl. 11.00.

Bólkar:
Í FM hálvmaraton verður kappast í hesum bólkum:
Menn og kvinnur opin bólkur (f. -2010)
Menn og kvinnur veteranar (f. 1972-1981)
Menn og kvinnur superveteranar (f.1962-1971)
Menn og kvinnur ultraveteranar (f.-1961)

Í NS hálvmaraton 2027 verður kappast í hesum bólkum:
Menn og kvinnur (1982 – 2010)
Menn og kvinnur veteranar (f. 1972-1981)
Menn og kvinnur superveteranar (f.1962-1971)
Menn og kvinnur ultraveteranar (f.-1961)

Startnummar
Startnummur skulu heintast uttanfyri Norðoya Sparikassa millum kl. 10:00 og 10:45.
Renningin byrjar stundisliga kl. 11:00.

Heiðursmerkir og handan
Øll sum gjøgnumføra Norðoya Sparikassi hálvmaraton 2027 fáa serligt heiðursmerki.

Nummar 1, 2 og 3 í øllum bólkum fáa eisini heiðursmerkir, sum verða handaði við máløkið so skjótt úrslit eru klár.

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here

Úrslit á Webscorer

Stuðlar

Silvarenningin

Norðoya Sparikassi hálvmaraton

Aðrir stuðlar














Føroya Bjór renningin

Annað




Fleiri tíðindir