Leygarmorgunin 6. desember skipar Bragdið fyri rennikapping í Kollafirði, VK3. Hetta er triðja av 8 vetrarkappingum, og vit byrja kl. 11.00.
Tilmeldingin og kunning er á hesari leinki:
https://bragdid.atgongumerki.fo/webshop/event/1880117/order/info
Øll eru vælkomin við, eisini tey sum bara vilja renna til stuttleika. Allir bólkar byrja og enda sama stað. 10 km rutan er sløtt, og vit byrja við skúlan, renna yvir á Sperm og sama vegin heimaftur. Børnini renna 3 km og venda við barnagarðin. Heilsurennarar renna ella ganga 5 km, tvs at tey venda við Atlantic Pane.
Vit halda til í skótahúsinum, sum er beint við startin. Har útflýggja vit startnummur, handa heiðursmerkini og bjóða ein drekkamunn aftaná renningina. Tað ber eisini til at skifta klæðir, tó eru ongar brúsur.
Vit síggjast.