KappingarVetrarkappingin byrjar 5. november

Vetrarkappingin byrjar 5. november

Leygardagin 6. november byrjar Vetrarkappingin aftur. Sum undanfarin ár verður tað Roysnið, sum bæði byrjar og endar. Og sum vanligt verður lagt fyri við navnfromu kappingini Runt Agnið, sum altíð hevur verið væl vitjað, og sum hevur havt óvanliga gott veður at bjóða øll tey seinastu árini.

Kappingin Runt Agnið byrjar leygardagin 5. november kl. 11 við Tofta skúla.

Reglurnar fyri Vetrarkappingina verða tær somu sum seinasta ár (síggjast undur “Reglur”), og kappingarnar verða tær somu. Skráin er henda:

1. umfar – 05. November 2022 Runt Agnið: 10,3 km (uml. 5 km) – Roysnið
2. umfar – 19. November 2022 Kerjar (Náttúrurenning): 10,5 km (1,5 Km) – Hvirlan
3. umfar – 10. Desember 2022: í Kollafirði – Bragdið
4. umfar – 21. Januar 2023 í Vágum:  – Frælsi
5. umfar – 04. Februar 2023 í Hoydølum (FM í lendisrenning): 8 km cross (uml. 3 km) – Bragdið
6. umfar – 25. Februar 2023 á Viðareiði – Treysti
7. umfar – 11. Mars 2023 í Suðuroy – Hvistan
8. umfar – 25. Mars 2023 í Runavík (FM10): 10 km (5 km) – Roysnið

Vit vóna at so mong sum gjørligt koma at luttaka so trúliga gjøgnum veturin. Tað plagar at verða lønt aftur seinasta kappingardagin. Tess fleiri vit eru, tess stuttligari og hugnaligari verður tað.

Bólkarnir fyri hesa vetrarkappingina síggja soleiðis út:
– Kvinnur / menn opin bólkur (f. -2006)
– Kvinnur veteranar / Menn Veteranar (f. 1968-1977)
– Kvinnur/ Menn Superveteranar (f. 1958-1967)
– Kvinnur /Menn Ultraveteranar (f. 1957 ella fyrr) 
– Kvinnuunglingar / Mansunglingar (f. 2002-2006)
– Gentur / Dreingir (f. 2007-2011)

Vit í FÍF vilja við hesum vísa á, at tá vit siga, at øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka, so merkir tað, at øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka! Vísið endiliga øðrum á henda gylta møguleika at kappast javnbjóðis.

Tilmeldingin til fyrsta umfar er tøk á tilmeldingarsíðuni.

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here

Úrslit á Webscorer

Stuðlar

Silvarenningin

Norðoya Sparikassi hálvmaraton

Aðrir stuðlar













Føroya Bjór renningin

Renn fyri heilsuna 2021














Aðrir stuðlar

Annað




Fleiri tíðindir