spot_img
Komandi tiltøkVenjingartíðir og tilmelding veturin 2021/22

Venjingartíðir og tilmelding veturin 2021/22

Innanduravenjingarnar í Badmintonhøllini byrja týsdagin 19. oktober. Leisturin verður nøkunlunda tann sama sum seinasta vetur. Venjari hjá størru børnunum, sum venja týsdag, verða Jan Elmar Sørensen og Gunnar Sivertsen. Týsdag fara tey størru børnini (ca. 8-15 ár) at venja/læra seg tær ymsu greinarnar innan frælsan ítrótt, sum eru renning, lop og kast. 

Í mai mánað komandi ár byrja kappingarnar í frælsum ítrótti á breyt og tá er málið at fleiri av børnunum, sum hava luttikið í innanduravenjingunum fara at royna seg í kapping.

Tey smærru børnini undir skúlaaldur venja fríggjadag og tá verður tað Vibeka Sivertsen, sum er venjari við hjálp frá størri gentum. Hjá teimum smærru børnunum verður talan um at venja saman, við atliti til frælsan ítrótt, og samstundis hava tað stuttligt.

Hjá teimum vaksnu verður nøkunlunda sami leistur sum seinasta vetur.

Kostnaður fyri børn er kr. 200 og fyri vaksin kr. 500.

Her eru venjingartíðirnar fyri veturin 2021/2022:

Týsdag kl. 17-18  Skúlabørn (ca. 8-15 ár) – innandura (Frælsur Ítróttur) (byrjað 19. okt.)

Týsdag kl. 17.15  Vaksin (evt. stuttur tempotúr uttandura áðrenn innanduravenjing)
Týsdag kl. 18-19  Vaksin innandura (byrjað 19.okt: Upphiting-Styrkivenjing-Renning-Avjogg)

Hósdag kl. 18-19.30  Vaksin uttandura – Intervallir/fartleg (Motiónsbólkurin – øll vælkomin) 

Fríggjadag kl. 16-17  Børn (ca. 4-7 ár) innandura (byrjað verður 22. oktober)
Fríggjadag kl. 17-18  Vaksin innandura – Sirkulvenjing (byrjað verður 22. oktober)

Sunnudag kl. 13 frá Norðoya Sparikassa – longri túrur (Motiónsbólkurin – øll vælkomin)

Leinkjur til tilmelding og gjalding eru her:

GJALDING VETRARVENJING VAKSIN 2021/22

GJALDING VETRARVENJING UNG OG BØRN 2021/22

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here

Newspaper WordPress ThemeNewspaper WordPress Theme

Høvuðsstuðul

Strava

Stuðlar

Silvarenningin

NS hálvmaraton

Aðrir stuðlar













Føroya Bjór renningin

Renn fyri heilsuna 2021















Aðrir stuðlar

Annað




Fleiri tíðindir

Newspaper WordPress ThemeNewspaper WordPress Theme