Leygardagin 26. mars kl. 10.00 skipar Roysnið fyri 8. umfari í BETRI Vetrarkappingini, soenvdnu Várkappingini, sum samstundis er FM í 10 km.
Kappast verður í ymiskum bólkum og byrja allir bólkar samstundis kl. 10.00.
– Kvinnur / Menn opin bólkur (f. -2005) – umleið 10 km
– Kvinnur / Menn Veteranar (f. 1967-1975) – umleið 10 km
– Kvinnur / Menn Superveteranar (f. 1957-1965) – umleið 10 km
– Kvinnur / Menn Ultraveteranar (f. 1956 ella fyrr) – umleið 10 km
– Kvinnuunglingar / Mansunglingar (f. 2001-2005) – umleið 10 km
– Gentur / Dreingir (f. 2006-20010) – umleið 5 km
Rennast skal – sum undanfarin ár, góð 9 umfør eftir teini runt í Saltangará og Runavík. Runnið verður út eftir høvuðsvegnum, oman á kei’ina við Hotel Runavík, inn eftir niðara vegi, og niðan aftur á høvuðsvegin beint við Farhatsa, har tað so verður vent úteftur aftur. Startur verður sum vanligt uttanfyri Kiosk Vár, og málið er við Hotel Runavík. Børnini byrja á niðara vegi, og koma á mál sama stað sum tey vaksnu. Tey renna knappar 5 rundir. Talan er í báðum førum um DAF-góðkendar teinar.
Avheinting av nummar og eftirtilmelding verður í kantinuni í Skúlanum við Løkin á kappingardegnum millum kl. 09.15 og 09.45. Skiftimøguleikar eru í Bylgjuni, og har verður eisini møguligt at fara í brús eftir renningina.
Eftir renningina bjóðar Roysnið kaffi o.a. í kantinuni í Skúlanum við Løkin, og tá vera heiðursmerkir eisini handaði fyri FM, og steyp fyri samlaðu úrslitini í BETRI-vetrarkappingini 2021/2022.