Hesa vikuna hevur Treysti fyri fyrstu ferð skipað fyri Treystisleikum.
Umleið tretivu børn í aldrinum 7 til 13 vóru tilmeldað, har tey frá mánadag til fríggjadag millum annað lærdu lop, kast, sprint og miðtein.
Í hesum sambandi var tað upplagt at royna nýggju umstøðurnar á Guttabreytini, ið veruliga hava betrað um møguleikarnar fyri frælsum ítrótti í Klaksvík.
Ringt er at spáa um føroyska veðurlagið, og tí vóru vit eisini so heppin at kunna nýta badmintonhøllina.
Maria, Oddvør, Rutt og Rebekka tóku sær av at læra børnini frælsan ítrótt, meðan aðrir veteranar í felagnum gjørdu mat og tóku sær av øðrum fyrifallandi uppgávum.
Vit í Treysti vóna, at børnini hava hugnað sær óført og fingið nógv burturúr.
Somuleiðis takka vit stuðlunum Norðoya Sparikassi, Á – Inn Klaksvík, Kjølbro og Malltek, og teimum hugaligu børnunum, ið gjørdu hetta tiltakið møguligt