Nýggja breytin til frælsan ítrótt í Klaksvík væntast at blíva klár at taka í nýtslu á várið 2022. Treysti ynskir tí at fáa tilknýtt fleiri venjarir í felagnum, so vit kunnu bjóða bestu venjing til børn og ung innan frælsan ítrótt.
Treysti hevði tríggjar luttakarar við á venjaraskeiðinum hjá ÍSF, sum var í Havn 23. og 24. oktobur. Tað vóru Hjørdis, Jan Elmar og Óluva.
Málbólkurin fyri skeiðið er venjarir, hjálparfólk og leiðarar hjá børnum og ungum. Øll sum hava áhuga í og ábyrgd av børnum og ungum, sum luttaka í ítrótti.
Undirvísari var Heri Ziska úr Hvirluni, og evnini vóru:
- Ítróttur fyri børn og ung
- Ítróttur og venjing
- Ítróttaskaðar – nei takk
Kundi tú hugsa tær at blíva hjálparvenjari fyri børn og ung í Treysti, so tosa við ein av venjarnum í felagnum ella send ein teldupost til treysti@treysti.fo.