spot_img
KappingarTreysti væl umboðað í Sørvági

Treysti væl umboðað í Sørvági

Í dag var 4. umfar av vetrarkappingini í Sørvági, sum Frælsi skipaði fyri.

Teinurin var úr Sørvágs kirkju út eftir fjørðinum til Bíggjar, vent var beint eftir Bø, og so heim aftur til Sørvágs. Veðrið var hampuligt tó fitt av mótvindi fyrra partin av teininum.

Gentir og dreingirnir runnið uml. 3 km, og tey vaksnu uml. 9 km. 42 rennarir høvdu melda til áðrenn startin, harav 10 vóru úr Treysti.

Vibeka hevði 17 ára føðingardag, so vit sungu øll fyri henni áðrenn startin. Treysti ynskir Vibeku hjartaliga tillukku við degnum!

Hesi 10 úr Treysti vóru við:

Borgar Juliusson Biskopstø Me. supervet. (1957-1966) 1962, 52:12.3
Jonhard Larsen Me. supervet. (1957-1966) 1966, 40:35.2
Jónfríð Foldbo Kv. vet. (1967-1976) 1971, 53:40.6
Jørmund Foldbo Treysti Me. supervet. (1957-1966) 1961, 57:44.4
Karin Kirke Petersen Kv. supervet. (1957-1966) 1964, 54:27.9
Maria Biskopstø Kvinnuungl. (2001-2005) 2002, 43:02.8
Markus Hvannastein Me. opin (2005 og eldri) 1984, 43:37.3
Tabita Hvannastein Gentur (f. 2006-2010) 2008, 14:15.8
Vibeka Eihilt Sivertsen Kvinnuungl. (2001-2005) 2005, 44:16.6
Óluva Hvannastein Kv. opin (2005 og eldri) 1987, 52:25.0

Øll úrslitini eru at síggja her, og myndir frá renningini her.

Næsta kapping er 5. februar, tá Bragdið skipar fyri lendisrenning í Hoydølum.

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here

Newspaper WordPress ThemeNewspaper WordPress Theme

Høvuðsstuðul

Strava

Stuðlar

Silvarenningin

NS hálvmaraton

Aðrir stuðlar













Føroya Bjór renningin

Renn fyri heilsuna 2021















Aðrir stuðlar

Annað




Fleiri tíðindir

Newspaper WordPress ThemeNewspaper WordPress Theme