Ársins fyrsta hálvmaraton, Skechers Performance Nýggjárshálvmaraton, varð runnið leygardagin 7. februar. Runnið varð úr brandstøðini á Skála til Toftir. Tíggju rennarar úr Treystinum gjøgnumførdu renningina, og Treysti átti vinnararnar hjá bæði monnum og kvinnum.

Hjá monnunum vann Julian eftir at hava runnið einsamallur meginpartin av teininum. Hann kom á mál við tíðini 1:13:46. Góðar fýra minuttir seinni kom Torbjørn Hentze úr Bragdinum á mál við tíðini 1:18:12, og Ísak Kolden úr Tindar varð triður um málstrikuna.

Hjá kvinnunum varð lagt upp til eina spennandi kapping. Rutt Gregersen skuldi royna seg móti Bjørk Herup Olsen, sum hevur vunnið seinastu vetrarkappingarnar. Rutt var fyrsta kvinnan á mál við tíðini 1:25:51. Hon var samstundis nummar fimm samanlagt av øllum rennarum. Bjørk Herup Olsen og Maria Chun Nielsdóttir, báðar úr Bragdinum, gjørdust nummar 2 og 3 við tíðunum 1:29:16 og 1:39:57.


Erik Absalonsen hevði eisini ein sera góðan dag og rann sína bestu tíð nakrantíð. Hann kom á mál við tíðini 1:31:32, og endaði á einum sjeynda plássi í opna bólkinum hjá monnum.
Niels Juel Arge (1:44:04), Óli á Gravarbø (1:59:13), Maria Í Króki (2:16:41), Ruth Johannesen (2:17:49), Jórun Larsen Mørkøre (2:19:54), Vera Larsen (2:20:47) og Marjun Lómaklett (2:27:59) umboðaðu eisini Treysti. Øll úrslitini frá renningini síggjast <a href=”https://www.webscorer.com/racedetails?raceid=420617&did=571074“>her</a>
























