TíðindirTreysti byrjað nýggjan venjingarbólk fyri ung

Treysti byrjað nýggjan venjingarbólk fyri ung

Fýra børn og ung vóru møtt til venjing í kavanum í morgun, og samstundis vóru tvey avboð.

Tað er venjing hjá nýggja bólkinum fyri børn og ung frá uml. 12 ára aldurin, sum venja mið- og langteinarenning. Ígjøgnum veturin fara tey at venja konditión, brekku- og styrkivenjing.

Nøkur av teimum venja móti Stórmót ÍR, sum er 22. og 23. januar 2022 í Laugardalshöllini í Reykjavík.

Treysti vónar at fleiri børn og ung leggjast afturat nýggja venjingarbólkinum.

Her eru venjingartíðirnar fyri veturin 2021/2022:

Týsdag kl. 17-18 frá Badmintonhøllini (úti og inni)
Fríggjadag kl. 17-18 í Badmintonhøllini (inni)
Leygardag kl. 11-12 frá Badmintonhøllini (úti)
Sunnudag kl. 13-13.30 frá Norðoya Sparikassa (úti)

Øll eru vælkomin sum eru uml. 12 ár og eldri og vilja venja mið- og langteinarenning.

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here

Úrslit á Webscorer

Stuðlar

Silvarenningin

Norðoya Sparikassi hálvmaraton

Aðrir stuðlar













Føroya Bjór renningin

Renn fyri heilsuna 2021














Aðrir stuðlar

Annað




Fleiri tíðindir