Sum siður hevur verið skipaði Treysti fyri triðju og seinastu betri stórkapping í dag 4. juni. Kappingin gekk væl og er hettar okkara røsku hjálparfólkum at takka. Tørvur er á nógvum hjálparfólkum til slíkar kappingar og aftur í ár møttu nógv fólk frá Treysti upp.
14 íðkarar umboðaðu Treysti í dag. Nógv regn var í løtum og eitt sindur av vindi var eisini, so líkindini fyri at kappast vóru ikki góð. Tó gekst væl og onkur persónlig met vóru eisini.
Áftaná kappingina var sum vant “Afterparty” hildið á Glasir har heiðursmerki og steyp blivu handaði og ymiskt gott fekst til matna.
Úrslit kunnu síggjast á appini “Roster Athletics”. Leita eftir “Betri Stórkapping 3”
Nakrar myndir frá kappingini kunnu síggjast her.
Samlaðu úrslitini frá kappingini kunnu lesast inniá heimasíðuni hjá FIF her.