ÚrslitTreysti á Betri Stórkapping 2, 2022

Treysti á Betri Stórkapping 2, 2022

Betri Stórkapping 2 var í ár Kristi Himmalfarsdag. Summi sluppu at renna í sólini, ímeðan onnur fingu eitt æl við sær, men alt í alt ein væleydnað kapping fyri teir 15 íðkararnar, sum umboðaðu Treysti í dag.

10 luttakarar vóru í yngsta bólkinum Gentur 6-7 ár og í dag runnu tær 40m spurt. Saloma, Jemima og Bjarta umboðaðu Treysti. Jemima fekk 2 pláss og Bjarta eitt 3 pláss. 

Emily luttók í øllum greinum í bólkinum Gentur 8-9 ár. Hon bleiv nummar 2 í longdarlop og 400m og nummar 3 í bóltkasti og 40m.

Debora og Durita kláraðu seg væl í bólkinum Gentir 10-11 ár. Debora vann 200m við tíðini 33,27 sek og 400m við tíðini 1:17 min, sum bæði eru persónlig met og bleiv nummar 2 í longdarlop. Durita bleiv nummar 3 í 400m og bóltkasti. Hon kastaði 20,86m, sum eisini er persónligt met.

Tað gekk sera væl hjá vinmonnunum Jákup og Hákun í bólkinum dreingir 10-11 ár, har báðir eru í yngra endanum av bólkinum. Jákup vann 200m við tíðini 32,17 sek og 400m við tíðini 1:13 min sum er persónligt met. Hákun vann bóltkast við einum kasti uppá 41,03 m sum er persónligt met.

Jennhild luttók í bólkinum Gentur 12-13 ár í greinunum 200m og trístøkk fyri fyrstu ferð og gekk hettar sera væl.

Tabita, Natalia og Lý luttóku í bólkinum Gentur 14-15 ár. Natalia vann og setti persónligt met á 200m við flottu tíðini 28,59 sek, sum eisini er undir A-kravtíðini. Lý setti persónligt met í trístøkk og á 200m við tíðini 30,04sek. Tabita luttók á 800m og rann tað uppá 3:23min.

Eldri íðkararnir hjá Treysti kláraðu seg væl í rennikappingunum. Á 800m hjá gentum og kvinnum blivu Maria, Oddvør og Vibeka ávikavist nummar 1,2 og 3 við tíðunum 2:29, 2:38 og 2:44. Á 200m fekk Oddvør fyrsta pláss við tíðini 27,19 sek og Maria bleiv nummar 2 við tíðini 27,30 sek.

Treysti skipar fyri síðstu Betri Stórkapping 3, sum verður 4 juni og vóna vit at síggja enn fleiri gular íðkarar tá. Eisini er brúk fyri nógvum hjálparfólkið til ymisku uppgávurnar og vóna vit at fleiri bjóða seg fram, roynd sum óroynd.

Úrslit kunnu síggjast á appini “Roster Athletics”. Leita eftir “Betri Stórkapping 2”

Myndir frá kappingini kunnu síggjast her.

Myndir frá hvirluni kunnu síggjast her.

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here

Úrslit á Webscorer

Stuðlar

Silvarenningin

Norðoya Sparikassi hálvmaraton

Aðrir stuðlar













Føroya Bjór renningin

Renn fyri heilsuna 2021














Aðrir stuðlar

Annað




Fleiri tíðindir