Fyrsta kapping á breyt í 2022 var í gjár har Treysti var umboða við 16 íðkarum. Øll stóðu tey seg sera væl og fleiri settu persónlig met og nøkur fingu fyrsta pláss.
Í bóltkasti luttóku Saloma, Jemima, Bjarta og Emily. Allar høvdu tað stuttligt og kláraðu seg sera væl. Emily bleiv nummar 2 í sínum aldursbólki við einum kasti á 20,7m. Emily bleiv fekk eisini annað pláss í bólkinum gentir 8-9 ár í 60m, longdarlop og 600m og setti persónligt met í øllum sínum 4 kappingunum.
Í longdarlopi lupu Debora, Durita, Jákup og Hákun. Jákup bleiv nummar 1 og Hákun nummar 3 í sínum aldursbólki uppá ávíkavist 3,81m og 3,58m og báðir settu teir persónlig met.
Í kúlustoyt stoyttu Durita, Jákup, Hákun, Sigfríður og Jennhild. Í bólkinum 10-11 ár fekk Hákun fyrsta pláss, Jákup annað pláss og Sigfríður 6 pláss. Allir dreingirnir settu persónlig met. Durita bleiv nummar 4 í bólkunum gentir 10-11 ár. Jennhild bleiv nummar 3 í bólkinum 12-13 ár og setti persónligt met við einum kasti á 5,23m.
Á miðteinið 600m luttóku Jákup, Hákun, Debora, Durita, Tabita. Jákup fekk fyrsta pláss dreingir 10-11 ár við tíðini 2:01 min og Hákun nummar 4 við tíðini 2:17 min. Debora fekk fyrsta pláss gentir 10-11 ár við tíðini 2:16 min og Durita triðja pláss við tíðini 2:19 min.
Eldri íðkararnir kláraðu seg eisini væl og flestu hava betra seg síðsta árið.
Í bólkinum gentir 14-15 ár fekk Tabita triðja pláss á 1000m ár við tíðini 4:27, sum er persónligt met. Lý bleiv nummar 3 tá hon kastaði spjótið 12,55m, sum er persónlig met. Natalia rann 100m uppá 13,79 sek og fekk sostatt eina sera flotta tíð, sum liggur langt undir kravtíðini til hennara aldursbólk.
Í bólkinum gentir 16-17 ár bleiv Vibeka fremst á 1000m við tíðini 3:22 min og næstfremst á 100m við tíðini 14,18 sek. Báðar tíðirnar eru persónlig met.
Hjá teimum vaksnu rann Oddvør seg til næstapláss á 100m við tíðini 13,27sek. Maria vann 1000m við tíðini 3:08 min og fekk triðja pláss á 100m við tíðini 13,59 sek sum er persónligt met.
Vit vóna at síggja nógvar gular íðkarar til næstu stórkapping.
Myndir frá kappingini kunnu síggjast her.
Fleiri myndir eru eisini at síggja á heimasíðuni hjá Hvirluni her.