TíðindirTreysta slóðaranum Guttormi Sørensen til minnis

Treysta slóðaranum Guttormi Sørensen til minnis

Leygardagin frættust tey sorgarboð, at eldsálin og slóðarin Guttorm Sørensen ikki longur var okkara millum. Harvið slóknaði ein viti innan føroyska renning, men alt tað, hann legði eftir seg, fer ongantíð at slókna.

Guttorm Sørensen, ella Gutti sum hann varð kallaður, var tann sum meira enn nakar annar setti renning á Føroyakortið. Hann eigur heiðurin fyri, at vit í dag hava eina sunna rennimentan í Klaksvík; eina mentan, sum hann so at siga skapti og menti frá grundini av. Ikki við peikifingrinum, men við beinum og fótum – við at vera fyrimyndin, ið vísti veg. Heilt mong eru tey, ið eru farin at renna, sum hava havt Guttorm sum fyrimynd. Tí Guttorm var treiskur sum fáur og áhaldandi sum ongin annar. Ein tann størsti sjónligi arvur eftir Gutta verður rennibreytin, sum hann kempaði so hart fyri og sum eftir  ætlan fer at verða tikin nýtslu seinni í ár. 

Roynt hevur verið at kanna, hvussu mangar rennikappingar Guttorm hevur vunnið, men til fánýtis. Tær eru bókstaviliga óteljandi, men kortini kann tað ikki vera ósagt, at rennandi slóðarin úr Hvannasundi hevur vunnið mong føroyameistaraheiti, mong danmarksmeistaraheiti og hevur umboðað Føroyar á best hugsandi og fyrimyndarliga hátt á Oyggjaleikum.

Tað var heldur ikki bara innan renning, at Guttorm skaraði framúr, men eisini innan fótbólt, har hann var virkin í KÍ og fjepparafelagnum hjá Liverpool, í báðum støðum sum nevndarlimur. Og tað var í nevndararbeiðinum í Klaksvíkar Ítróttarfelagi, at eg fekk tann heiðurin at læra Gutta at kenna. Ein heiðursmaður út í odd og egg, ósjálvsøkin og lítillátin, og sum var ómetaliga nærlagdur uttan at gera nakran háva burturúr sær.

Fyri Norðlýsið sum blað hevur Guttorm eisini verið bæði íblástur og kelda. Mong greinin liggur eftir hann, ið hann skrivaði vegna Treysti ella aðra ítrótt, og stórur verður saknurin her á redaktiónini, nú hansara altíð upplýsandi og lívsjáttandi pennur er tagnaður. Niðanfyri verða bert nakrar greinar viðlagdar, so ein hóming fæst hvønn týdning Gutti hevur haft fyri renning í Klaksvík og í Føroyum. 

Hvaðani tann øgiliga drívmegin kom, er ikki gott at vita, men øgilig var hon, og eftir Guttorm liggur ómetaliga nógv sjálvboðið arbeiði. Guttorm brendi fyri øllum, hann gjørdi, og ikki var tað fyri heiður ella vinning, hóast hann hevði uppiborið bæði. Í 2009 fekk Gutti heiðurin Ársins Rósa frá Føroya Sjómannadegi og í 2018 fekk Gutti heiðursskjali Poul E. Petersens frá ÍSF. Lívsverkið hjá Guttormi var rennifelagið Treysti, ið Guttorm stovnaði og menti.  

Tá Guttorm læt síni eygu aftur fyri seinastu ferð á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, var tað eftir at hava havt krabbamein í meira enn fýra ár. Eisini her var Guttorm kemparin, ið avgjørt ikki læt krabban vinna uttan svørðslag. Guttorm var virkin júst á sama hátt, vit so væl kenna hann fyri at vera, og tað var altíð longri enn nakar annar hevði væntað. Tá FM í hálvmaraton var í Klaksvík í mai, var Gutti sum vant ein av fyrireikarunum. 

Hóast saknurin er stórur millum okkum, ið kendu Guttorm frá hansara megnararbeiði innan ítrótt og felagslív, kann hann avgjørt ikki samanberast við tann svára miss og sakn, ið nú hevur rakt Ingun, Jan Elmar og Kamillu. Tey hava mist ein góðan mann og pápa, og skal mín inniliga vón vera, at tey finna troyst í, at Gutti fer at liva víðari í hjørtunum á okkum øllum, ið kendu hann. Tað er mær ein heiður at hava kent kappan Gutta.

Við hesum fátæku orðum skal friður verða lýstur yvir minnið um slóðaran Guttorm Sørensen.

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here

Úrslit á Webscorer

Stuðlar

Silvarenningin

Norðoya Sparikassi hálvmaraton

Aðrir stuðlar













Føroya Bjór renningin

Renn fyri heilsuna 2021














Aðrir stuðlar

Annað




Fleiri tíðindir