Leygardagin er møguleiki at ganga/renna 5,3 km og samstundis stuðla Alzheimerfelagnum. Teinurin er eitt umfar frá Norðoya Sparikassa og norður til Victor á Lakjuni og aftur og síðani út til Torvgøtu og aftur. Ongin ferðsla verður á rutuni. Tak ein vin ella vinkonu við. Øll eru vælkomin at luttaka.
Tað er í smb. við NS hálvmaraton leygardagin 8. mai kl. 14.00 har tey, sum renna hálvmaraton, skulu gjøgnumføra teinin fýra ferðir.
Allur peningurin, sum kemur inn, luttøkugjald og gávur, fer óskerdur til Alzheimerfelagið.
Tilmelding fer fram her: ns motiónsrenning/stuðulsrenning. Luttøkugjaldið er kr. 100 og er møguleiki at lata eina eyka upphædd á kr. 50, 100, 150 ella 200 í smb. við tilmeldingina.