Leygardagin 12. juni kl. 11.00 skipar fyri Treysti árligu Silvarenningini. Treysti hevur seinnu árini skipað fyri renning í ber navnið hjá høvuðsstuðulinum hjá felagnum, og tí verður heitið á rennikappingini: Silvarenningin Klaksvík 2021. Hendan renningin hevur altíð verið hildin tætt uppá stovningardegnum hjá Treysti, sum er 23. mars. Í fjør bleiv ongin Silvarenning vegna Korona.
Kappast verður í fleiri ymiskum bólkum fyri bæði gentur og dreingir. Norðoya Sparikassi letur heiðursmerkir til øll børnini, sum koma á mál. Handað verður so hvørt børnini koma á mál.
Tilmelding fer fram við deildini hjá Norðoya Sparikassa leygarmorgunin 12. juni millum kl. 10.00 og 10.45. Luttøkugjaldið er kr. 20 fyri børn.
Skráin fyri renningina sær soleiðis út:
10.00-10.45 Tilmelding í deildini hjá Norðoya Sparikassa
11.00 Gentur & Dreingir f.2015 ella seinni – umleið 425m
11.10 Gentur & Dreingir f.2013-2014 – umleið 425m
11.20 Gentur & Dreingir f.2011-2012 – umleið 425m
11.30 Gentur & Dreingir f.2009-2010 – umleið 850m
11.35 Gentur & Dreingir f.2005-2008 – umleið 850m
Startur og mál verður uttanfyri deildina hjá Norðoya Sparikassa.
Rutur:
Børn renna ávikavist 1 og 2 umfør runt um Akursmørk.
Luttøkan plagar at verða góð, og tað vónar Treysti aftur hesuferð, og Silvi vónar eisini at síggja nógvar bæði smáar og størri rennarar.