Tveir av okkara stinnastu rennarum settu nýggjar klubbrekordir, tá tey luttóku í hálvmaraton í Lisbon um vikuskiftið.
Rutt Gregersen hevur ígjøgnum veturin vænt sera væl og vónaði at betra um sína bestu tíð á hálvmaraton, sum var 1:24:47. Hon rann sera væl og kom á mál við tíðini 1:21:06, sum er nýtt felags met kvinnur hjá Treysti. Við hesum betraði hon sína egnu bestu tíð við meira enn trimum minuttum, og tað staðfestir, at miðvísa venjingin hevur givið úrslit.
Eisini faðir Rutt, Heini Gregersen fekk eitt framúr úrslit. Hann rann hálvmaraton upp á 1:26:46, sum er felags met í bólkinum 60+ hjá Treysti.

























