Fyrsta umfarð av vetrarkappingini, sum er blivið útsett tvær ferðir vegna korona og hálku bleiv runnið í dag ístaðin.
Kappingin var væl fyriskipað av Roysnið, og sluppu vit inn í skúlan áðrenn og aftaná kappingina, tí veðrið var ikki av tí besta, bæði vindur og til tíður regn, so rennarnir komu heilt útlúgvaði á mál, tí Runt Agnið er eisini nógv brekka, so tað kom væl við, at rennarnir kundi fara í brúsu, og fáa heitt kaffi, te og twix aftaná.
Hjá kvinnunum vann Rebekka Fuglø (Treysti) við tíðini 44.40 min, og Maria Biskopstø (Treysti) gjørdist nummar tvey við 45.34 min. Hjá monnunum vann Bjarki Johannessen við tíðini 38.22 min.
Øll úrslitini eru at síggja her og myndir her.