AnnaðRASKA VK8 í Runavík leygardagin 25. mars kl. 09.30

RASKA VK8 í Runavík leygardagin 25. mars kl. 09.30

Várkappingin RASKA VK8 og FM í 10 km leygardagin 25. mars

Leygardagin 25. mars kl. 9.30 skipar Roysnið fyri 8. umfari í RASKA Vetrarkappingini, sonevndu Várkappingini, sum samstundis er FM í 10 km.

Gevið gætur: Kappingin byrjar kl. 09.30

Kappast verður í ymiskum bólkum og byrja allir bólkar samstundis kl. 09.30.
– Kvinnur / Menn opin bólkur (f. -2006) – umleið 10 km
– Kvinnur / Menn Veteranar (f. 1968-1977) – umleið 10 km
– Kvinnur / Menn Superveteranar (f. 1958-1967) – umleið 10 km
– Kvinnur / Menn Ultraveteranar (f. 1957 ella fyrr) – umleið 10 km
– Kvinnuunglingar / Mansunglingar (f. 2002-2006) – umleið 10 km
– Gentur / Dreingir (f. 2007-2011) – umleið 5 km

Rennast skal – sum undanfarin ár, góð 9 umfør eftir teini runt í Saltangará og Runavík. Runnið verður út eftir høvuðsvegnum, oman á keiina við Hotel Runavík, inn eftir niðara vegi, og niðan aftur á høvuðsvegin á Høgbóli, har tað so verður vent úteftur aftur. Startur verður sum vanligt uttanfyri Kiosk Vár, og málið er við Hotel Runavík. Børnini byrja á niðara vegi, og koma á mál sama stað sum tey vaksnu. Tey renna knappar 5 rundir. Talan er í báðum førum um DAF-góðkendar teinar.

Kostnaðurin fyri at luttaka er kr. 50,- fyri vaksin og kr. 30,- fyri børn. Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá FÍF (www.fif.fo). Freistin at melda til online er fríggjakvøldið 24. mars kl. 23.00.

Avheinting av nummar og eftirtilmelding verður í kantinuni í Skúlanum við Løkin á kappingardegnum millum kl. 08.45 og 09.15. Skiftimøguleikar eru í Bylgjuni, og har verður eisini møguligt at fara í brús eftir renningina.

Eftir renningina bjóðar Roysnið kaffi o.a. í kantinuni í Skúlanum við Løkin, og tá vera heiðursmerkir eisini handaði fyri FM, og steyp fyri samlaðu úrslitini í RASKA-vetrarkappingini 2022/2023.

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here

Úrslit á Webscorer

Stuðlar

Silvarenningin

Norðoya Sparikassi hálvmaraton

Aðrir stuðlar













Føroya Bjór renningin

Renn fyri heilsuna 2021














Aðrir stuðlar

Annað




Fleiri tíðindir