KappingarNS Hálvmaraton - 2. mai 2026

NS Hálvmaraton – 2. mai 2026

Leygardagin 2. mai 2026 kl. 11:00 skipar Treysti fyri Norðoya Sparikassi hálvmaraton – Føroya Skjótasta Hálvmaraton. Hetta verður samstundis FM í hálvmaraton. Byrjað og endað verður uttanfyri Norðoya Sparikassa og runnið verður fýra umfør á knappar 5,3 km runt í býnum. Talan er um DAF-góðkendan hálvmaraton tein.

Kappingin er partur av serligu avbjóðingini “MBM 6 hálvmarathon í 2026”.

Tilmelding

Melda til á fif.fo (síðsta freist er kl. 22.00 fríggjadagin 1. mai 2026).

Gevið gætur: Ongin tilmelding til hálvmaraton á staðnum.

Fyri at luttaka í hálvmaraton skal ein vera fødd/føddur í 2009 ella fyrr. Fyri at luttaka í FM er tað ein treyt, at mann er limur í einum felag undir FÍF.

Tíð og stað

Startur uttanfyri Norðoya Sparikassa kl. 11.00. 

Bólkar:

Í FM hálvmaraton verður kappast í hesum bólkum:

Menn og kvinnur opin bólkur (f. -2009)

Menn og kvinnur veteranar (f. 1971-1980)

Menn og kvinnur superveteranar (f.1961-1970)

Menn og kvinnur ultraveteranar (f.-1960)

Í Norðoya Sparikassi hálvmaraton Klaksvík 2026 verður kappast í hesum bólkum:

Menn og kvinnur opin bólkur (f. -2009)

Menn og kvinnur veteranar (f. 1971-1980)

Menn og kvinnur superveteranar (f.1961-1970)

Menn og kvinnur ultraveteranar (f.-1960)

Kostnaðurin fyri at luttaka:

Kostnaðurin fyri at luttaka í Norðoya Sparikassi hálvmaraton er kr. 295,-

Heiðursmerkir og handan

Øll sum gjøgnumføra Norðoya Sparikassi hálvmaraton Klaksvík 2026 fáa serligt heiðursmerki.

Nummar 1, 2 og 3 í øllum bólkum fáa eisini heiðursmerkir, sum verða handaði við máløkið so skjótt úrslit eru klár.

Startnummar

Startnummur skulu heintast uttanfyri Norðoya Sparikassa millum kl. 10:00 og 10:45. Renningin byrjar stundisliga kl. 11:00.

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here

Úrslit á Webscorer

Stuðlar

Silvarenningin

Norðoya Sparikassi hálvmaraton

Aðrir stuðlar














Føroya Bjór renningin

Annað




Fleiri tíðindir