ÚrslitDagur 1 Pallasspelen 2023

Dagur 1 Pallasspelen 2023

Nógv góð úrslit vóru hjá Treysti í dag.
Í dag hava heili 4 raskir Treysti íðkara verið í eldinum, 3 í Svørki og ein í USA. Tær eru Rebekka Fuglø Poulsen, Vibeka Eihilt Sivertsen, Natalia Lydersen og Maria Biskupstø.
Maria Biskupstø er í skúla í USA og rennur við Indiana State.
Í dag rann hon 800m, har tað gekk orduliga væl, eitt PR við tíðini 2:15:32. Hjartaliga tillukku Maria
Hinar 3 eru við Landsliðnum í Svøríki, har tær luttaka í Pallas Spelen í Malmø.
Rebekka rann 400m ídag, tað gekk orduliga væl hon rann eitt stórt PR, gamla tíðin var 63,16 tann nýggja tíðin ljóðar á 60,30.
Tillukku Rebekka.
Vibeka rann eisini 400m ídag, fyri 3 vikum síðani rann Vibeka 400m í Íslandi, har gjørdi hon PR við tíðini 64,44. Men ídag rann hon aftur 400m, tað gekk orduliga væl. Hon rann 63,31. Tillukku Vibeka.
Eisini unga Natalia er við í Svøríki hon rann 60m og 200m ídag.
Á 60m gekk tað orduliga væl, hon rann 60m uppá 8,72, tað er 0,72 sek skjótari enn hennara gamla PR. Natalia rann eisini 200m ídag har hon rann 30,25 sek.
Tillukku við 60m Natalia.
Hetta hevur verið ein orduliga góður Treysta dagur. Hetta kunnu vit vera orduliga stolt av.
Rithøvundur: Gunnar Eihilt Sivertsen

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here

Úrslit á Webscorer

Stuðlar

Silvarenningin

Norðoya Sparikassi hálvmaraton

Aðrir stuðlar













Føroya Bjór renningin

Renn fyri heilsuna 2021














Aðrir stuðlar

Annað




Fleiri tíðindir