Maria Biskupstø fór til Indiana, USA at ganga í skúla og renna í august. Hon venur serliga 800m og 400m. Frá september til november eru krossrenningar á skránni og Maria hevur luttikið í onkrari sum venjing. Nú er innandurakappingarnar á breyt byrjaðar og Maria luttók í tí fyrstu fríggjadagin 10. desembur í Chicago
De Paul Holiday Invite rennikappingin var ein fyrireiking til innandurasesongina, sum byrjar eftir jól. Tað vóru 9 skúlar sum luttóku, og vóru teir frá statunum Indiana og Illinois. De Paul var skúlin sum fyriskipaði kappingina, og høvdu tey spildurnýggja innandurabreyt, tí var hetta aðru ferð at júst hendan kappingin var. Indiana State University sum Maria gongur á var mett at liggja á ovarlaga í kappingini millum skúlarnar, sum luttóku, og tað sást aftur í úrslitunum, skúlin vann 13 av tilsamans 30 kappingum. Maria skuldi renna 600m kl. 19:05. Hon tók føringina eftir 300m og førdi allan vegin á mál. Tíðin hjá Mariu gjørdist 1.36.71.
Maria luttók eisini í 4×400 boðrenning 20:35. Liðið hjá Mariu førdi frá byrjan av, og tá tað var hennara túrur, var uppgávan at renna sigurin heim, sum hon megnaði at gera. Tíðin gjørdist 3.55.12