Leygardagin 9. mai luttók Maria Biskopstø í Herning Games í Danmark, har hon enn einaferð vísti at hon er Føroya besta kvinna til lang sprint.
Maria rann 300 metrar og setti nýtt føroyskt met við tíðini 40,72 sekund. Gamla metið átti Margit Fríðmundsdóttir við tíðini 41,56.
Maria endaði á einum flottum 2. plássi millum 21 luttakarar. Úrslitið gevur góðar vónir fyri komandi kappingar, og verður spennandi at fylgja henni víðari gjøgnum árið.

Við hesum hevur treysti øll tey føroysku metini á breyt fyri kvinnur frá 100m og upp til 2000m, sum sæðst á talvuni niðanfyri.

Úrslit fyri kappingina sæst her.
























