TíðindirMaria sett Føroyskt met á 400 m innandura.

Maria sett Føroyskt met á 400 m innandura.

Oddvør og Maria luttóku um vikuskiftið í innandura kappingini Pallas Spelen, sum varð hildin í Malmö. Leygardagin runnu báðar 400 m, har Maria setti nýtt føroyskt met við tíðini 56,97 sekund. Gamla metið átti Maria sjálv, sum hon setti í 2020 við tíðini 58,01 sekund.

Oddvør, sum rann 400 m fyri fyrstu ferð í longri tíð, kom á mál við tíðini 60,43 sekund.

Sunnudagin rann Oddvør 200 m, meðan Maria royndi seg á 800 m. Oddvør megnaði enn eina ferð at renna teinin undir 26 sekund og kom á mál við tíðini 25,95 sekund.

Maria rann ein sera flottan 800 m, har hon rann teinin á 2.13,87 minuttir – ein forbetring av persónliga metinum við tveimum sekundum, sum hon setti fyri eini viku síðani. Hetta er samstundis undir kravtíðina til Nordenkampen, sum verður í Karlstad 1. februar.

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here

Úrslit á Webscorer

Stuðlar

Silvarenningin

Norðoya Sparikassi hálvmaraton

Aðrir stuðlar














Føroya Bjór renningin

Annað




Fleiri tíðindir