Leygardagin 23. mai luttók Maria Biskopstø í IFAM Outdoor í Brússel. Har luttók hon í 800 metra renning. Maria rann teinin javnt, við 64 sekundum á fyrra umgangi og 65 sekundum á seinna umgangi, og endaði við tíðini 2:09.72. Við hesi tíðini setti hon føroyskt met við einum sekundi. Gamla metið átti Rebekka Fuglø við tíðini 2:10.72, sum hon setti í 2017. Maria er sostatt fyrsta føroyska kvinnan, sum rennur teinin undir 2:10 markið.
Í morgin, 24. mai, skal Maria royna seg í 400 metra rimarenning.
Úrslit frá kappingini síggjast her.
























