Góði limir,
Mikudagin 20. Mars var árligi aðalfundurin hjá Treysti. Aðalfundurin var hildin í hølunum hjá KÍ og nakað av fólki var møtt.
Umframt alt tað vanliga so legði nevndin fram mál um at broyta limagjald felagsins, sum hevur verið óbroytt í nógv ár.
Felagið skipar fyri hópin av tiltøkum árliga, og eitt av hesum er væl umtøkta vetrarvenjingin. Fyri at vera við til vetrarvenjingina hevur verið uppkravt eitt venjingargjald, men hartil skal viðkomandi eisini verða limur í felagnum. Hetta hevur verið eitt sindur avbjóðandi at umsiti.
Tí legði felagið fram uppskot um at broyta limagjaldi til eitt sokallað “All inklusive” gjald har øll tilboð hjá felagum eru íroknað harímillum vetrarvenjingin. Eisini er eitt serstakt limagjald fyri familjur soleiðis at um ein familja meldar seg til so fær hon ein serprís, á hendan hátt gert tað ikki so kostnaðarmikið fyri húski við fleiri børnum, sum íðka. Um hjún ynskja at vera partur av Treysti so fáa tey eisini ágóðan av hesum familjumøguleika.
Í stuttum merkir tað at vaksin skulu gjalda kr. 500,00 í limagjaldi um ári, børn kr. 300,00 og hvílandi limir, sum ynskja at stuðla felagum gjalda kr. 100,00.
Famijur gjalda fyri húski við børnum upp til 16 ár kr. 900,00.
Uppskoti varð væl móttikið, og aðalfundurin tók undir við at hendan broyting verður gjørd.
Tað praktiska í hesum er so at tit góðu limir nú eru vorðin strikaði sum limir í Treysti, men kunnu so nú fara inn á hesa leinkju og melda tykkum inn aftur í felagið, og harvið umframt at gerast limir fáa tit nú ágóðan av øllum tilboðum hjá felagnum.
Fyri at limagjaldi skal vera galdandi fyri 2024 er neyðugt at tit skráseta tykkum av nýggjum áðrenn 20. Apríl. Limagjald verður so trekt av tykkara konto 1. Maj.
Vónandi taka tit væl í móti hesari broyting, og melda tykkum inn aftur í felagið.
Trýst her fyri at melda tykkum inn
Við ynskjum um eitt gott 2024.