AnnaðLeygardagin verur hugnaligt rørslutiltak fyri børn í Vági

Leygardagin verur hugnaligt rørslutiltak fyri børn í Vági

Leygardagin er Marghøllin í Vági karmur um hugnaligt barnatiltak.

Tað er ítróttarfelagið Treysti úr Klaksvík, sum er á vitjan í Vági og hevur saman við Hvistuni ið er felag úr Suðuroynni, sett Kids athletics á skránna leygardagin.

Kids athletics eru ymisk spøl og kappingar fyri børn í øllum aldri, har endamálið er at røra seg, hugna sær og koma hvør øðrum við. Á tiltakinum er møguleiki at kasta, hoppa, renna og so framvegis og kunnu øll luttaka heilt frá smáum til stør børn tí tiltakið verður skipað eftir teimum, sum møta upp.

Treysti er og vitjar í Suðuroynni og leggur hetta tiltakið til rættis, samstundis sum íðkarar eru við til BETRI VK-7 kappingina sunnudagin.

Øll eru vælkomin til ókeypis barnatiltakið í Marghøllini í Vági, á Grækarismessu leygardagin 12. mars frá kl. 14-15.

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here

Úrslit á Webscorer

Stuðlar

Silvarenningin

Norðoya Sparikassi hálvmaraton

Aðrir stuðlar













Føroya Bjór renningin

Renn fyri heilsuna 2021














Aðrir stuðlar

Annað




Fleiri tíðindir