Leygardagin 21.februar skipar Treysti fyri sætta umfari í vetrar kappingini. Byrjað verður klokkan 11 og runnið verður av Guttabreyt út í Oyrar og heim aftur á breytina. Teinurin er góðar 8 km. Tilmelding er á heimasíðuni hjá FÍF til fríggjakvøldið 20.februar kl 23:59 . Tað er eisini møguligt at melda til á staðnum hálvan tíma áðrenn startin í hølinum hjá Treysti við Guttabreyt. Luttøkugjaldið er sum vanligt 50 kr.
Tað er møguligt at skifta í badmintonhøllini áðrenn og aftaná renningina.
Eftir renningina verður heiðursmerkjahandan og kaffi, te og kaka. Vit vóna at síggja nógvar luttakarar.
























