Nú er minni enn ein vika til, at Treysti skipar fyri NS hálv maraton í Klaksvík. Renningin verður leygardagin 2. mai 2026 kl. 11. Hetta er eitt sokallað býarhálvmaraton, har runnið verður á einum rundteini á 5,3 km inni í býnum. Øll, ið eru fødd í 2009 ella fyrr, kunnu luttaka í opnari kapping, men fyri at vera við í kappingini um FM heitið er neyðugt at vera limur í einum av lokalfeløgunum undir FÍF. Tilmelding fer fram her. Freistin at melda til er kl. 22.00 fríggjadagin 1. mai 2026.
Rutan:
Startur og mál er uttan fyri Norðoya Sparikassa. Rutan er tann sama, sum seinastu árini, har runnið verður 4 ferðir á einum rundteini á 5,3 km eftir høvuðsvegunum í Klaksvík. Rutan er sjálvandi DAF góðkend! Sí kort. Rutan sæst eisini á strava her. Tað er ein vatnpostur á rutuni, ið er uttanfyri Norðoya sparikassa.

Tíð og stað:
Startnummur skulu heintast millum kl 10:00 og 10:45 í skúlanum Á Skúlatrøð (inngongd á síðuni, beint við Norðoya sparikassa). Renningin byrjar stundisliga kl 11:00.
Eftir renningina:
Eftir renningina er møguligt at skifta og brúsa sær í KÍ høllini. Ikki leggja virðismiklar lutir eftir í skiftingarrúminum. Treysti bjóðar luttakarunum suppu og kaffi/te, í skúlanum Á Skúlatrøð eftir renningina, har heiðursmerkja handanin verður kl 13:30.
Hent at vita:
Góðir møguleikar eru at parkera tætt við rutuna. T.d. eru fleiri parkeringspláss kring ítróttarøkið.
Luttakarar hava atgongd til vesi í Norðoya sparikassa, skúlanum og í fimleikarhøllini.
Treysti vónar, at undirtøkan aftur í ár verður góð, og ynskir at bjóða øllum luttakarum vælkomnum at renna á allarhelst skjótastu hálvmaraton rutuni í Føroyum!
























