Luttakararnir verða bidnir um at hava lummalykt/pannulykt og endurskin við. Tey sum ætla út á Kallin er gott at hava skiftiklæðir og fjallaskógvar við.
Í meðan arbeitt verður uppá ferjuleguna í Klaksvík, verða fráferðir og komur hjá Erlu Kongsdóttir á Stongunum (undir Kjøli).
Gangifólk møta á ferjuleguni kl. 08.30 (fráferð kl. 09.00)
Rennarir møta á ferjuleguni kl. 09.30 (fráferð kl. 10.00)
Siglingartíð: 20 minuttir
Tá komið er í mál á Trøllanesi verður gott ábit, kaffi/te og køkur at fáa har.
Møguleiki er at fara út á Kallin við einum lokalum ferðaleiðara. Túrurin er uml. 2,5 tími.
Tey sum ikki ætla út á Kallin fara við bussinum úr Trøllanesi kl. 13.45 ella 14.55 og eru í Klaksvík aftur kl. 14.40 ella 15.50. Tey sum ætla út á Kallin fara við bussinum kl. 17.00 og eru aftur í Klaksvík kl. 17.55.