spot_img
Komandi tiltøkKom á venjaraskeið hjá ÍSF

Kom á venjaraskeið hjá ÍSF

Hevur tú hug at førleikamenna teg, at fáa eitt netverk tvørtur um ítróttagreinar og fáa íblástur til komandi kappingarár?

So er VENJARASKEIÐIÐ hjá ÍSF nakað fyri teg – sí lýsing niðanfyri.

Skeið fyri venjarum – Venjari 1
– Ítróttur fyri børn og ung.
– Ítróttur og venjing
– Ítróttaskaðar – nei takk

Í heyst skipar ÍSF fyri trimum venjara skeiðum runt um í landinum.

23. & 24. oktobur              Tórshavn
13. & 14.  novembur          Vágum
20. & 21. novembur          Suðuroy

Byrjað verður leygardag kl. 09.00 til 20.30 og sunnudagin verður hildið fram frá kl. 09.00 til 17.00.

Undirvísarar eru ávíkavist Heri Ziska og Eyðstein Simonsen

Evni:
ítróttanámsfrøði, ítróttaumhvørvi, menning hjá børnum, venjing, trygd og ábyrgd, etikkur og moralur. Hví venja? Og hvussu? Upphiting, anatomi og fysiologi, venjingarprinsippir, undirvísigarprinsippir.
Skeiðið skiftir ímillum at vera teoretiskt og praktiskt, so tá er gott við ítróttaklæðum.
Ongin próvtøka er, men kravt verður, at uppmøtingin er 100%. Eftir lokið skeið verður luttøkubræv útflýggjað.

Skeiðið er ein partur av venjaraútbúgvingini hjá DIF, Danska Ítróttasambandinum. Møguleiki er sostatt at byggja víðari upp á skeiðið.

Málbólkur:
Venjarar, hjálparfólk og leiðarar hjá børnum og ungum. Øll sum hava áhuga í og ábyrgd av børnum og ungum, sum luttaka í ítrótti.

Hvat fært tú burturúr:
– Vitan um menningina hjá børnum, fysiskt, psykiskt og samfelagsligt
– Tú lærir nakað um námsfrøði, venjarar av ymsum slag, at seta sær mál, um týdningin av góðum ítróttaumhvørvi.
– Ítøkilig hugskot til spøl og venjing hjá børnum og ungum
– Vitan um, hvussu kroppurin virkar, og hvat ein má taka hædd fyri í sambandi við venjing. Grundleggjandi vitan um venjing og fysiologi. Vitan um, hvussu ítróttaskaðar kunnu fyribyrgjast og um týdningin av rættari uppvenjing, um skaðin er hendur.

Upptøkutreytir:
Luttakari skal vera 15 ár ella eldri. Tó kunnu vit gera frávik frá regluni um upptøku, um serstøk viðurskifti tala fyri hesum.

Luttøkugjald:
Kostnaðurin fyri skeiðið er 650 kr. Íroknað er frálærutilfar og matur.

Tilmelding:
Tilmeldingin fer fram við at fylla út tilmeldingarskjalið her . Seinasta freist at melda til skeiðini er:

Tórshavn      19. oktober

Vágar            7. november                     

Suðuroy       14. november


Minnist til at viðmerkja: Navn, føðingardag og felag tá tit melda til.

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here

Newspaper WordPress ThemeNewspaper WordPress Theme

Tekna sum lim ↴

GÓÐUR FELAGSSKAPUR   ✔

NÓGV YMISK TILTØK OG KAPPINGAR   ✔

FELAGSVENJINGAR FYRI ØLL   ✔

FYRILESTRAR OG ANNAÐ ÁHUGAVERT   ✔

Høvuðsstuðul

Strava

Stuðlar

Silvarenningin

NS hálvmaraton

Aðrir stuðlar













Føroya Bjór renningin

Renn fyri heilsuna 2021















Aðrir stuðlar

Annað




Fleiri tíðindir

Newspaper WordPress ThemeNewspaper WordPress Theme