Eins og undanfarin ár so verður aftur skipað fyri Kirkju Renning jólaaftansmorgun. Hetta verður longu trettanda ferðin Treysti skipar fyri renning jólaaftan . Fólk hava tikið sera væl undir við hugskotinum. Tí er avgjørt at skipa fyri aftur Jólaaftan 2020.
Men vegna korona-tilmælir, so verður renningin broytt í ár. Runnið verður frá Christianskirkjuni og aftur. Runnið/ginngið verður í 30 til 45 minuttir. Talan er um ein hugnaligan rennitúr og als ikki um eina rennikapping. Um onkur ætlar at renna/ganga styttri so ber tað sjálvandi eisini til.
Vit møta við Christianskirkjuna kl. 9.50 og byrja at renna/ganga kl. 10.00. Eftir renningina bjóðar Treysti okkurt leskandi uttanfyri kirkjuna.
Øll eru vælkomin at luttaka og minnist til korona-tilmælini.