Komandi tiltøkKalsoya Renning 18. septembur

Kalsoya Renning 18. septembur

Øll eru vælkomin at luttaka. Børn tó bert í fylgi við onkrum vaksnum, sum hevur ábyrgd av viðkomandi.




So er árliga Kalsoyar Renningin aftur á skránni. Leygardagin 18. september skipar Treysti enn einaferð fyri sera vælumtóktu Kalsoyar Renningini, har runnið verður frá ferjuleguni á Syðradali til Trøllanes. Hetta verður 14. ferð at runnið verður Kalsoyar Renning. 


Billede:  
Byrjað verður frá ferjuleguni á Syðradali…

Billede:

…og málið er á Trøllanesi

Eins og undanfarin ár, so verður talan ikki um eina rennikapping, men um ein hugnaligan rennitúr. Onkur rennir, onkur gongur og onkur hevur eisini tikið túrin á súklu. Undirtøkan hevur altíð verið góð, og øll eru á einum máli um, at hetta er ein super túrur, sum eigur at verða á hvørjum ári. Fyrsta Kalsoyar Renningin var í 2007, og vit royna aftur í ár.  Vit vóna at luttøkan verður góð.

Billede:
Billede:

“Sam” siglir av Klaksvík kl. 10.00 til Syðradals, og verður byrjað at renna næstan beinanvegin komið verður í land á Kalsoynni. Runnið verður frá ferjuleguni og norður til Trøllanes. Teinurin norður til Trøllanes er 16,5 kilometrar og verður runnið ígjøgnum allar fýra tunnlarnar. Luttakararnir verða tí bidnir um at hava lummalykt/pannulykt við. Teinurin áðrenn fyrsta tunnilin er umleið 7 kilometrar. Á restini av teininum er størri parturin ella umleið 5,5 kilometrar í tunnli. Í øllum tunnlunum eru refleksskeltir í síðunum, sum hjálpa væl tá ein hevur lykt. Allir tunlarnir hava mótbrekku á veg norðureftir. Mótbrekkunar í tunlunum blíva flatari fyri hvønn tunnil á veg norður. Vegbreytin í onkrum tunnli er nokkso ósløtt, og tí verða rennararnir bidnir um at vísa varsemi.

Billede:
Billede:

Tá komið er í mál á Trøllanes verður gott ábit, kaffi/te og køkur at fáa har.

“Sam” siglir av Syðradali aftur kl. 14:20 og kl. 17:35.

Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá FÍF (www.fif.fo) undir tilmelding. Freistin at melda til er úti hóskvøldið 16. september á miðnátt !

GG: Luttakaratalið er avmarkað til 80.

Um tit hava spurningar kunnu tit ringja til Eileen á 251681.

Minnast til: Lummalykt/pannulykt, endurskin og skiftiklæðir.

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here

Úrslit á Webscorer

Stuðlar

Silvarenningin

Norðoya Sparikassi hálvmaraton

Aðrir stuðlar













Føroya Bjór renningin

Renn fyri heilsuna 2021














Aðrir stuðlar

Annað




Fleiri tíðindir