Komandi tiltøkKalsoya Renning 17. septembur - ÚTSELT

Kalsoya Renning 17. septembur – ÚTSELT

So er árliga Kalsoyar Renningin aftur á skránni. Leygardagin 18. september skipar Treysti enn einaferð fyri sera vælumtóktu Kalsoyar Renningini, har runnið verður frá ferjuleguni á Syðradali til Trøllanes. Hetta verður 15. ferð at runnið verður Kalsoyar Renning. 

Øll eru vælkomin at luttaka. Børn tó bert í fylgi við onkrum vaksnum, sum hevur ábyrgd av viðkomandi.

Sum nakað nýtt verður møguleiki at fara út á Kallin og síggja gravsteinin hjá James Bond…
Byrjað verður frá ferjuleguni á Syðradali…
…og málið er á Trøllanesi

Billede:

Eins og undanfarin ár, so verður talan ikki um eina rennikapping, men um ein hugnaligan rennitúr. Onkur rennir, onkur gongur og onkur hevur eisini tikið túrin á súklu. Undirtøkan hevur altíð verið góð, og øll eru á einum máli um, at hetta er ein super túrur, sum eigur at verða á hvørjum ári. Fyrsta Kalsoyar Renningin var í 2007, og vit royna aftur í ár.  Vit vóna at luttøkan verður góð.

Billede:

Tey sum ætla at renna fara við “Erla Kongsdóttir” av Klaksvík kl. 10.00 til Syðradals, og verður byrjað at renna næstan beinanvegin komið verður í land á Kalsoynni. Tey sum ætla at ganga fara við “Erla Kongsdóttir” av Klaksvík kl. 09.00. Runnið verður frá ferjuleguni og norður til Trøllanes. Teinurin norður til Trøllanes er 16,5 kilometrar og verður runnið ígjøgnum allar fýra tunnlarnar. Luttakararnir verða tí bidnir um at hava lummalykt/pannulykt við.

Teinurin áðrenn fyrsta tunnilin er umleið 7 kilometrar. Á restini av teininum er størri parturin ella umleið 5,5 kilometrar í tunnli. Í øllum tunnlunum eru refleksskeltir í síðunum, sum hjálpa væl tá ein hevur lykt. Allir tunlarnir hava mótbrekku á veg norðureftir. Mótbrekkunar í tunlunum blíva flatari fyri hvønn tunnil á veg norður. Vegbreytin í onkrum tunnli er nokkso ósløtt, og tí verða rennararnir bidnir um at vísa varsemi.

Billede:

Tá komið er í mál á Trøllanes verður gott ábit, kaffi/te og køkur at fáa har. Tey sum hava hug hava møguleika at fara út á Kallin og m.a. síggja James Bond gravsteinin.

“Erla Kongsdóttir” siglir av Syðradali aftur kl. 14:20, kl. 15:30 og kl. 17:35.

GG: Luttakaratalið er avmarkað til 80.

Minnast til: Lummalykt/pannulykt, endurskin, skiftiklæðir og fjallaskógvar til tey sum ætla út á Kallin og James Bond gravsteinin.

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here

Úrslit á Webscorer

Stuðlar

Silvarenningin

Norðoya Sparikassi hálvmaraton

Aðrir stuðlar













Føroya Bjór renningin

Renn fyri heilsuna 2021














Aðrir stuðlar

Annað




Fleiri tíðindir