Rørðsla er góð. Vit fara at hava eitt “Renn og Gakk” tiltak, leygardagin 13.marts kl 11.00 við Norðoya Sparikassa. Øll kunnu vera við, og samstundis verður møguleiki at stuðla “Føroyar móti krabba”.
Vit fara at hava bússur standadi har ein kann lata pening í:-) Kom við og rør teg,og somuleiðis kanst tú stuðla “Føroyar móti krabba”.
Vit vóna at síggja nógv fólk við til tiltakið.
Leygarkvøldið 27. mars skipa Krabbameinsfelagið, Kringvarpið og Norðurlandahúsið fyri stóru landsinnsavningini ”Føroyar móti krabba”, sum verður send beinleiðis úr Norðurlandahúsinum.
Vikurnar upp til ”Føroyar móti krabba” verða eisini tiltøk kring landið, sum fólk sjálvi taka stig til fyri at stuðla arbeiðinum hjá Krabbameinsfelagnum. Til dømis fara fleiri skúlaflokkar at skipa fyri innsavning. Hetta eru vit sera takksom og fegin um, tí hvørt oyra telur í stríðnum móti krabba.
Longu nú kunnu einstaklingar, fyritøkur og feløg stuðla við at flyta pening gjøgnum netbankan á konto hjá Krabbameinsfelagnum í føroysku peningastovnunum:
BankNordik: 6460 – 618.088.6
Betri Banki: 9181 – 551.502.7
Norðoya Sparikassi: 9865 – 323.088.5
Suðuroyar Sparikassi: 9870 – 304.242.2