Maria hevur júst runnið 800 m til Nordenkampen í Karlstad, har hon setti enn eitt Føroyskt met.
Maria rann í einum sera sterkum felti, har ferðin var høg frá byrjan. Maria legði varliga út og rann sína egnu renning har hon ikki lat seg ríva við høgu ferðini sum varð lagt frá byrjan. Við eini væl disponeraðari renning kom hon á mál við tíðini 2.12,61.
Maria hevur longu fleiri ferðir í ár betrað sítt persónliga met á 800 m, og hesa ferð rakk tað til nýtt Føroyskt innandura met. Gamla metið átti Rebekka Fuglø, tað var 2.12,95, sum hon rann í 2017.
























