Enn ein dagur við góðum úrslitið, vit í Treystinum eru so heppin at hava 3 íðkarar við landsliðnum í Svøríki.
Vibeka sum rann 400m ígjar, hon rann 200m ídag. Hon gjørdi enn einaferð PR, tíðin var 28,40 sek ,tað er 1,09 skjótari enn gamla PR. So 2 dagar 2 PR, orduliga flott.
Rebekka er ein royndur rennari, sum hevur verið skadd í longri tíð, ið dag rann hon so 800m.
Rebekka rann 800m uppá 2,16,85 min, tað er eitt sindur seinni enn hvat hon rann fyri 2 vikum síðani. Tað verður spennandi at fylgja Rebekku í ár.
Natalia var eisini í eldinum, ið dag var tað longdarlop. Tað er fyrstu ferð hon leypur longdarlop innandura, her gekk tað bara væl. Hon fekk 4 lop og einki yvirtrakk. Lopini vóru
3,16-3,38-3,70-3,89 PR. Orduliga flott.
Veðrið hevur ikki veri so gott, so vit hava ikki kunnu vant longdarlop.
Hetta er eitt orduliga gott úrslit hjá Nataliu, tillukku við tí.
Aftur í dag kunnu vit siga hetta hevur verið ein góður Treysta dagurin í Svøriki. Tillukku við teimun góðum úrslitum.
Vit í Treystinum vilja eisini ynskja øllum teimum føroyskum íðkarunum, sum hava verið í Svøríki tillukku hjartaliga tillukku, bæði við PR og við teimum nógvum føroyskum metunum
Næsta innandura kapping verur í Danmark til DM, tað er í komandi viku, aðru viku aftur verur DMU.
Rithøvundur: Gunnar Eihilt Sivertsen