KappingarBetri VK5 og FM í Lendisrenning í Hoydølum leygardagin 5. februar

Betri VK5 og FM í Lendisrenning í Hoydølum leygardagin 5. februar

Burtur av asfaltinum og komið og rennið á øðrum lendi!

Leygardagin 5.februar er fimta vetrarkappingin, og aftur í ár renna vit í Hoydølum. Runnið verður á fløtuni framman fyri gamla studentaskúlan, sum vanliga er grøn og vøkur, og inni í viðarlundini. Her er talan um øðrvísi renniundirlag, enn til hinar kappingarnar, tí so at siga bara nakrir metrar av asfalti verða undir fótunum. Og nú vit hava havt ein serliga vátan januar mánaða og kuldi kenst í luftini, er avbjóðingin enn størri.

Umframt at hetta er fimti partur av vetrarkappingini, er hetta eisini FM í lendisrenning.

Tey vaksnu renna 6 ferðir runt, 8 km, og børnini renna somu rutu, 2 ferðir runt, sum er 2,6 km. Øll byrja samstundis kl. 13.00.

Eingin umklæðing er á staðnum, men tað ber til at skifta í felagshúsinum við Tórsbreyt, har vit eisin handa heiðursmerki og bjóða ein drekkamunn.

Øll kunnu vera við, sjálvt um tað eitur vetrarkapping og FM, so tað er bara at halda seg fram at og melda til her á síðuni áðrenn fríggjakvøldið kl. 22.00. Tilmeldingin kostar 50 kr fyri vaksin og 30 kr fyri børn og gjaldast skal við tilmelding. Meldast kann eisini til á staðnum leygardagin frá kl. 12.00-11.30, men tá kostar tilmeldingin 100 kr fyri vaksin og 50 kr fyri børn.

Startnummar skal heintast leygarmorgunin frá kl. 12.00 uttan fyri gamla Studentaskúlanum

Vælkomin oman í Hoydalar

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here

Úrslit á Webscorer

Stuðlar

Silvarenningin

Norðoya Sparikassi hálvmaraton

Aðrir stuðlar













Føroya Bjór renningin

Renn fyri heilsuna 2021














Aðrir stuðlar

Annað




Fleiri tíðindir