Leygardagin 19. februar verður aftur eitt umfar í Betri Vetrarkappingini runnið.
Talan er um útsetta 2. umfar, sum verður runnið á Skála leygardagin kl. 11.
Startur og mál eru uppi við ítróttarhøllina á Skála.
Kappast verður í hesum bólkum:
-Kvinnur / menn opin bólkur (f. -2005)
-Kvinnur veteranar / Menn Veteranar (f. 1967-1976)
-Kvinnur/Menn Superveteranar (f. 1957-1966)
-Kvinnur/Menn Ultraveteranar (f. 1956 ella fyrr)
-Kvinnuunglingar / Mansunglingar (f. 2001-2005)
-Gentur / Dreingir (f. 2006-2010)
Tey vaksnu renna oman á høvuðsvegin, inneftir fjørðinum, til tey koma inn til landsvegin. Síðani verður runnið eftir landsvegnum út móti Strondum. Tá nærkast Strondum verður sneitt aftur á gamla landsvegin og runnið verður innan Glyvur og aftur til Skála. Sniett verður niðan aftur til ítróttarhøllina á Skála. Teinurin er á leið 12,3 km.
Sí rutuna hjá teimum vaksnu á Strava her.
Børnini byrja og enda sama stað. Tey fylgjast við oman á høvuðsvegin, renna inneftir fjørðinum, men venda inni á Mann og renna so aftur sama veg og niðan aftur til ítrottarhøllina. Teinurin hjá teimum er á leið 4 km.
Sí rutuna hjá børnunum á Strava her.
Startnummar eru á fáa í gongini í Ítróttarhøllini á Skála leygardagin frá kl. 10. Skiftingarhøli eru á staðnum.