spot_img
KappingarBETRI VK-6 á Viðareiði leygardagin

BETRI VK-6 á Viðareiði leygardagin

Leygardagin 27. bebruar 11.00 skipar Treysti fyri 6. umfari í BETRI Vetrarkappingini á Viðareiði. 

Hetta verður 13. ferðin, at Treysti skipar fyri Vetrarkapping norðanfyri. Startur og mál verður beint við Skúlan á Viðareiði, tí har er lættari at samla alt á einum stað áðrenn og aftaná renningina.
Kappast verður í ymiskum bólkum og byrja allir bólkar samstundis kl. 11.00.– Kvinnur / Menn opin bólkur (f. -2003) – umleið 8 km
– Kvinnur / Menn Veteranar (f. 1965-1974) – umleið 8 km
– Kvinnur / Menn Superveteranar (f. 1955-1964) – umleið 8  km
– Kvinnur / Menn Ultraveteranar (f. 1954 ella fyrr) – umleið 8 km
– Kvinnuunglingar / Mansunglingar (f. 1999-2003) – umleið 8 km
– Gentur / Dreingir (f. 2004-2008) – umleið 3 km
 
Teinurin verður umleið 8 km og rutan verður trý umfør á 2,7 km runt á Viðareiði, sum er 8,1 km. Harumfamt verður runnið til og frá Skúlanum har startur og mál verða. Børnini renna eitt umfar, tvs. umleið 3 km. 
Í sambandi við renningina verða heiðursmerkir, stuðlaði av Viðareiðis Kommunu, latin til nummar eitt, tvey og trý í øllum bólkum. Sum vanligt er, so fer tilmelding fram á heimasíðuni hjá FÍF (www.fif.fo). 
Leinkjan til tilmelding er her: Tilmelding BETRI VK-6 Viðareiði
Freistin er fríggjakvøldið 26. feb. kl. 24.00. Luttøkugjaldið er sum tað plagar, tvs. kr. 50 fyri vaksin og kr. 30 fyri børn. Eisini kann meldast til á staðnum hálvan tíma áðrenn start.
Luttakararnir kunnu avheintað startnummur í Skúlanum á Viðareiði frá kl. 10.00. Startnummarið skal vera avheintað í seinasta lagi kl. 10.45.

Motiónsrenning
Treysti vónar at nógvir luttakarar verða við, tí renningin er samstundis motiónsrenning, sum er ókeypis, og har øll kunnu luttaka. Motiónsrenningin er 1 umfar, sum er 2,7 km.

Korona

Tilmælini viðvíkjandi Korona-støðuni verða fylgd

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here

Newspaper WordPress ThemeNewspaper WordPress Theme

Tekna sum lim ↴

GÓÐUR FELAGSSKAPUR   ✔

NÓGV YMISK TILTØK OG KAPPINGAR   ✔

FELAGSVENJINGAR FYRI ØLL   ✔

FYRILESTRAR OG ANNAÐ ÁHUGAVERT   ✔

Høvuðsstuðul

Strava

Stuðlar

Silvarenningin

NS hálvmaraton

Aðrir stuðlar













Føroya Bjór renningin

Renn fyri heilsuna 2021















Aðrir stuðlar

Annað




Fleiri tíðindir

Newspaper WordPress ThemeNewspaper WordPress Theme