Leygardagin 19. mars kl. 11.00 skipar Treysti fyri 6. umfari í BETRI Vetrarkappingini á Viðareiði.
Hetta verður 14. ferðin, at Treysti skipar fyri Vetrarkapping norðanfyri. Startur og mál verður beint við Skúlan á Viðareiði, tí har er lættari at samla alt á einum stað áðrenn og aftaná renningina.
Kappast verður í ymiskum bólkum og byrja allir bólkar samstundis kl. 11.00.
– Kvinnur / Menn opin bólkur (f. -2003) – umleið 8 km
– Kvinnur / Menn Veteranar (f. 1965-1974) – umleið 8 km
– Kvinnur / Menn Superveteranar (f. 1955-1964) – umleið 8 km
– Kvinnur / Menn Ultraveteranar (f. 1954 ella fyrr) – umleið 8 km
– Kvinnuunglingar / Mansunglingar (f. 1999-2003) – umleið 8 km
– Gentur / Dreingir (f. 2004-2008) – umleið 3 km
Teinurin verður umleið 8 km og rutan verður trý umfør á 2,7 km runt á Viðareiði, sum er 8,1 km. Harumfamt verður runnið til og frá Skúlanum har startur og mál verða. Børnini renna eitt umfar, tvs. umleið 3 km.
Í sambandi við renningina verða heiðursmerkir, stuðlaði av Viðareiðis Kommunu, latin til nummar eitt, tvey og trý í øllum bólkum. Sum vanligt er, so fer tilmelding fram á heimasíðuni hjá FÍF (www.fif.fo).
Freistin er fríggjakvøldið 18. mar. kl. 22.00. Luttøkugjaldið er sum tað plagar, tvs. kr. 50 fyri vaksin og kr. 30 fyri børn. Eisini kann meldast til á staðnum hálvan tíma áðrenn start.
Luttakararnir kunnu avheintað startnummur í Skúlanum á Viðareiði frá kl. 10.00. Startnummarið skal vera avheintað í seinasta lagi kl. 10.45.
Motiónsrenning
Treysti vónar at nógvir luttakarar verða við, tí renningin er samstundis motiónsrenning, sum er ókeypis, og har øll kunnu luttaka. Motiónsrenningin er 1 umfar, sum er 2,7 km.
Ljósstýring við tunnlarnar norð um fjall
Frá kl. 06.00 til kl. 20.00 kann koyrast ígjøgnum hvørt 15 min.
Úr Ánunum: Kl. 09.07, 09.22, 09.37 & 09.52 o.s.fr.
Úr Norðdepli: Kl. 13.00, 13.15, 13.30 & 13.45 o.s.fr.