spot_img
KappingarBETRI Vetrarkappingin byrjar 6. november

BETRI Vetrarkappingin byrjar 6. november

Leygardagin 6. november byrjar BETRI Vetrarkappingin aftur. Sum undanfarin ár verður tað Roysnið, sum bæði byrjar og endar. Og sum vanligt verður lagt fyri við navnfromu kappingini Runt Agnið, sum altíð hevur verið væl vitjað, og sum hevur havt óvanliga gott veður at bjóða øll tey seinastu árini.

Reglurnar fyri Vetrarkappingina verða tær somu sum seinasta ár (síggjast undur “Reglur”), og kappingarnar verða stórt sæð tær somu. Skráin er henda:

1. umfar – 06. November 2021 Runt Agnið: 10,3 km (uml. 5 km) – Roysnið
2. umfar – 20. November 2021 Kerjar (Náttúrurenning): 10,5 km (1,5 Km) – Hvirlan
3. umfar – 04. Desember 2021: í Kollafirði – Bragdið
4. umfar – 15. Januar 2022 í Vágum: – Frælsi
5. umfar – 05. Februar 2022 í Hoydølum (FM í lendisrenning): 8 km cross (uml. 3 km) – Bragdið
6. umfar – 26. Februar 2022 á Viðareiði – Treysti
7. umfar – 13. Mars 2022 í Suðuroy – Hvistan
8. umfar – 26. Mars 2022 í Runavík (FM10): 10 km (5 km) – Roysnið

Vit vóna at so mong sum gjørligt koma at luttaka so trúliga gjøgnum veturin. Tað plagar at verða lønt aftur seinasta kappingardagin. Tess fleiri vit eru, tess stuttligari og hugnaligari verður tað.

Bólkarnir fyri hesa vetrarkappingina síggja soleiðis út:
-Kvinnur / menn opin bólkur (f. -2005)
-Kvinnur veteranar / Menn Veteranar (f. 1967-1976)
-Kvinnur/Menn Superveteranar (f. 1957-1966)
-Kvinnur/Menn Ultraveteranar (f. 1956 ella fyrr)
-Kvinnuunglingar / Mansunglingar (f. 2001-2005)
-Gentur / Dreingir (f. 2006-2010)

Vit í FÍF vilja við hesum vísa á, at tá vit siga at øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka, so merkir tað, at øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka! Vísið endiliga øðrum á henda gylta møguleika at kappast javnbjóðis.

Tilmeldingin til fyrsta umfar er tøk á tilmeldingarsíðuni.

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here

Newspaper WordPress ThemeNewspaper WordPress Theme

Høvuðsstuðul

Strava

Stuðlar

Silvarenningin

NS hálvmaraton

Aðrir stuðlar













Føroya Bjór renningin

Renn fyri heilsuna 2021















Aðrir stuðlar

Annað




Fleiri tíðindir

Newspaper WordPress ThemeNewspaper WordPress Theme