Fyrsta umfar í Betri Vetrarkappingini, sum skuldi rennast Runt Agnið nú leygardagin 6. november, er fyribils útsett. Hetta fyri at sum flest kunnu luttaka uttan at óttast smittuna.
Bíðað verður nú eftir, at smittutølini kvinka niðureftir, og síðani verður nýggjur kappingardagur fráboðaður.
Hetta gevur okkum nakrar eyka dagar at venja í, áðrenn vetrarkappingin byrjar.