Mikukvøldið 16. mars kl. 19.00 varð aðalfundur fyri 2025 hildin í KÍ høllini. Væl av fólki vóru møtt til fundin. Formaðurin Andreas Josephsen bjóðaði vælkomin og greiddi frá virksemi og fíggjarligu úrslit felagsins fyri 2025.
Tað sum merkti felagið mest í 2025 vóru úrslitini hjá okkara úrmælingunum. Okkara íðkarar stóðu seg væl og settu m.a. fleiri føroysk met og vunnu fleiri heiðursmerkið á Oyggjaleikunum í Orkney. Limatalið vaks, venjari var settur og fíggjarliga støðan sær góð út.
Síðani var nevndarval, har Maibritt Sivertsen, Eileen Matrass og Alis Eliassen sum hava verið í nevndini seinastu árini stillaðu ikki upp aftur. Treysti takkar teimum fyri teirra drúgva arbeiði.
Andreas Josephsen heldur fram sum formaður, ímeðan Heini Gregersen varð valdur í nevnd sum næstformaður. Jeggi Lorenzen og Jorie Josephsen halda fram í nevndini, sum ávikavist nevndarlimur og kassameistari og Miriam Olsen, sum var eykaðlimur varð vald í nevnd sum skrivari. Einar Gregersen og Susan Jacobsen vóru vald sum nýggir eykaðlimir.
Úrslitið av nevndarvalinum bleiv tí hetta:
Formaður: Andreas Josephsen
Næstformaður: Heini Gregersen
Nevndarlimur: Jeggi Lorenzen
Kassameistari: Jorie Josephsen
Skrivari: Miriam Olsen
Eftir tað bjóðaði felagið smyrjibreyð og kaffi.
























