Leygardagin 8. januar var afturvendandi Nýggjárshálvmaraton, sum er fyrsta kapping í nýggja árinum runnið í Eysturoynni. Tað er Roysnið sum skipar fyri.
Hann boðaði frá heldur keðiligum veðri og av tí sama bleiv renningin flutt frá kl. 11 til kl. 13, men lítið hjálpti. Vindur, regn og til tíðir vátakavi.
Hjá kvinninum gjørdist Lydia Jacobsen úr Roysnið vinnari við tíðini 1.58.52. Nummar tvey bleiv Heidi Óluvá Jógvansdóttir (Bragdið) 2.02.46 og triðja plássi kom Hallbjørg Danielsen (Roysnið) við 2.02.59.
Hjá monninum vann Bjarki Johannessen (Roysnið) við 1.27.15, og á øðrum plássi kom Pauli Poulsen (Roysnið) við 1.35.29 og bronsu fekk Jonhard Larsen (Treysti) við tíðini 1.37.24.
Í alt 30 rennarir vóru við, harav 6 úr Treysti.
Gunnar Simonsen ultravet. (f.1957 ella fyrr) 1952 2:15:33.7
Jonhard Larsen supervet. (1958-1967) 1966 1:37:24.0
Jóan Petur Joensen Treysti Me. opin (2006 og eldri) 1987 1:44:55.9
Jón Rasmussen Treysti Me. supervet. (1958-1967) 1967 1:55:24.6
Markus Hvannastein Treysti Me. opin (2006 og eldri) 1984 1:46:34.9
Óluva Hvannastein Treysti Kv. opin (2006 og eldri) 1987 2:15:48.7
3-2 var á staðnum, innslagið er at síggja her.
Øll úrslitini eru at síggja her, og myndir sum Marnar Pattinson hevur tikið eru at síggja her.